Leiðarin: Herbergið vorðið ruskspann hjá fleiri almennum skipanum

Leiðarin: Herbergið vorðið ruskspann hjá fleiri almennum skipanum
Dyrnar á Herberginum eru ikki læstar fyri teimum veikastu í samfelagnum, men alt ov nógvar aðrar dyr eru læstar, sigur Martin Kúrberg
Herbergið er vorðið ein ruskspann, heldur leiðarin, Martin Kúrberg.
 
29.04.2026 - 09:59

Herbergið í Havn er vorðið ein ruskspann hjá viðgerðarstovnum, psykiatriska deplinum og Almannaverkinum.

Tað sigur leiðarin, Martin Kúrberg, sum enn einaferð roynir at rópa varskó um stóru trupulleikarnar, hann sær og upplivir.

Hóast trygdin er í lagi, so eru dyrnar á Herberginum ikki læstar fyri teimum veikastu í føroyska samfelagnum. Men alt ov nógvar aðrar dyr eru læstar, heldur Martin Kúrberg.

Gerandisdagurin á Herberginum er í dag ein vavstur av mannalagnum við ymiskum avbjóðingar, diagnosum, tørvi ov ikki minst stórum avbjóðingum við misbrúki.

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Magna Højgaard, fyrrverandi leiðara í RÓWT, sum nú er vorðin løgtingsmaður, ið var gestur í sjónvarpsstovuni:

 

29042026_HERBERG_OG_MAGNI

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595