Miðflokkurin manglar tvær undirskriftir til at útseta abortlógina

Miðflokkurin manglar tvær undirskriftir til at útseta abortlógina
Hóast tað ikki eydnast at fáa útsett gildiskomuna, fer formaður Miðfloksins at arbeiða fyri at broyta fosturtøkulógina, sigur hann við Frihedsbrevet.fo
Steffan Klein Poulsen, formaður Miðfloksins, hevur uppgivið at útseta gildiskomuni av abortlógini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.05.2026 - 15:51

Tað fer neyvan at eydnast Miðflokkinum at steðga gildiskomuni av nýggju fosturtøkulógini. 

Tað skilst á Frihedsbrevet.fo, sum hevur tosað við Steffan Klein Poulsen, formann Miðfloksins.

Nýggja abortlógin er samtykt og kemur í gildi 1. juni 2026.

Men seinastu dagarnar hevur tað verið arbeitt fyri at útseta hesa dagfesting til 1. januar 2027 - altso í eitt hálvt ár.

- Tað er eingin loyna, at vit hava ætlað at gjørt okkurt beinanvegin. Men vit duga eisini at síggja, at tíðin er ov knøpp til at gera eitt broytingaruppskot ella leggja eina nýggja lóg fram. Tí skjóta vit upp at útseta gildiskomuna í eitt hálvt ár, sigur Steffan Klein Poulsen við Frihedsbrevet.fo.

 

Verður av ongum

Men samstundis ásannar hann, at tað eftir øllum at døma verður av ongum.

- Okkum mangla ikki nógvar undirskriftir, men eg trúgvi ikki, at vit fáa hetta fram, sigur nýggi formaðurin í Miðflokkinum.

Spurdur ítøkiliga, um tað er rætt skilt, at hann hevur 14 fólk við sær og harvið manglar tvey, játtar hann.

Hóast tað ikki eydnast at fáa útsett gildiskomuna, fer Steffan Klein Poulsen at arbeiða fyri at broyta fosturtøkulógina, og tað uppskotið kemur fyri í næstu tingsetu, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985