- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári Jacobsen og Urd Johannesen spyrja: Hvørjum angar rumdin av?

Í dag hava Urd Johannesen og Kári Linderoth Jacobsen latið úr hondum aðru útgávu teirra við nýklassiskum tónleiki fyri klaver og sopran.
"Hvørjum angar rúmdin av?" er heitið á útgávuni, har Urd Johannesen hevur yrkt, meðan Kári Linderoth Jacobsen hevur tónsett.
Kári Linderoth Jacobsen stendur eisini fyri klaverfylgisspælinum, og er tað norsk-føroyska sopranin Hanne Mordal Iversen, ið syngur.
Urd Johannesen, yrkjari, til FMA 2023, tá Kári Linderoth Jacobsen vann eina FMA-virðisløn fyri ársins kompositión (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hvat er hetta fyri ein útgáva?
»Útgávan 'Hvørjum angar rúmdin av?' er nýklassiskur tónleikur fyri sopran og klaver eftir tónaskaldið Kára Jacobsen og yrkjaran Urd Johannesen, sum norsk-føroyska sopranin Hanne Marit Mordal Iversen syngur. Útgávan fevnir um fimm nýggj verk, sum vóru innspæld í Hátúni fyrr í ár. Tónleikastílurin á hesi útgávuni er hin sami sum á hini fyrru. Onkrir sangir eru meira siðbundnir, meðan aðrir hava eitt meiri eksperimenterandi, modernað og óbundið snið og úttrykk. Kári Jacobsen spælir klaver á útgávuni, og Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkum, ljóðblandi og mastring.«
Hvat verður yrkt um?
»Tekstirnir fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum nærmastu, til meira abstraktar hugaroyndir, ið føra okkum út í óendaligu rúmdina.«
Kári Linderoth Jacobsen og Hanne Marit Mordal Iversen undir upptøkunum av "Hvørjum angar rúmdin av?" (Mynd: Urd Johannesen)
Hvussu kom hetta samstarvið millum tykkum í lag?
»Samstarvið byrjaði miðskeiðis í 2021, tá ið Kári (Linderoth Jacobsen) ynskti at gera nýklassisk løg fyri sopran og klaver til yrkingar, sum hann hevði sæð meg leggja út á Facebook. Tað finst ikki nógvur upprunaføroyskur nýklassiskur tónleikur fyri klassiskan sang og klaver, og bæði vóru vit áhugað at spaða til hesa sjangruna. Fyrra útgávan 'Rangvørg' kom út á Tutl í 2022 og fekk góða móttøku. Á FMA í 2023 vóru bæði tekstir og løg tilnevnd til virðislønir, og Kári Jacobsen vann eina FMA-virðisløn fyri ársins kompositión. Á fyrru útgávuni var tað dugnaliga føroyska sopranin Birita Poulsen, sum dagliga býr og starvast í Týsklandi, ið sang.«
Hanne Marit Mordal Iversen í sambandi við venjingarnar til síðstu konsertina hjá Bernhardi Wilkinson (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hvussu ber til, at tit hava fingið føroysk-norsku sopranin Hanne Marit Mordal Iversen at syngja?
»Hóast tónleikurin varierar í torleikastigi, eru løgini sum heild krevjandi at syngja. Bæði í mun til tað tekniska, tulkingina og annað, so seta tey stór krøv til sopranin. Eingin ivi var tí um, at hendan verkætlanin kravdi ein klassiskt útbúnan sopran á hægsta, altjóða stigi. Hanne Marit Mordal Iversen er ein ung, bleiktrandi stjørna, og hevur vunnið ørgrynnu av altjóða virðislønum seinastu árini, sum eisini vit hava verið púra blást um koll av. Hanne Marit megnar føroyska málið, hóast hon hevur búð í Noregi meginpartin av lívinum. Tí kendist tað heilt rætt at spyrja Hanne Marit, sum fegin vildi luttaka í verkætlanini. Og tað vísti seg at vera heilt rætta valið, tí Hanne Marit livdi upp til allar vónir - og meira enn tað.«
Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
Urd Johannesen (orð)
Kári Jacobsen (lag)
Tónleikarar
Kári Jacobsen (klaver)
Hanne Marit Mordal Iversen (sang)
Framleiðsla
Finnur Hansen (upptøkur, ljóðbland, frumband)
Bárður Dal Christiansen (perma)
TUTL (útgivið)




























