Heilsuhjálparar: Semingsuppskotið líktist ov nógv felags lønarkarminum

Heilsuhjálparar: Semingsuppskotið líktist ov nógv felags lønarkarminum
Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at semingsuppskotið kostaði kommununum ov nógv
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2026 - 13:03

Semingsroyndin í gjárkvøldið millum Heilshjálparafelag Føroya og Kommunala arbeiðsgevarafelagið miseydnaðist, tá báðir partar vrakaðu semingsuppskotið.

Heilsuhjálparafelagið sigur, at semingsuppskotið líktist ov nógv avtaluni um felags lønarkarm á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at semingsuppskotið kostaði ov nógv.

 


Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at tað snýr tað seg ikki bara um løn, men eisini um arbeiðsumstøður. Og hon heldur ikki, at tað skal takast við í lønarkarmin.

Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sigur hinvegin, at tað, sum kostar tað pengar, má takast við í lønarkarmin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28052026_Semingsuppskot

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775