Óli stórspælandi í fyrsta bronsudystinum

Óli stórspælandi í fyrsta bronsudystinum
Óli Mittún vísti stórspæl, tá GOG vann stórt á Mors-Thy í fyrsta dystinum um bronsuheiðursmerkini
Óli Mittún skoraði sjey og legði upp til átta mál í sigrinum hjá GOG á Mors-Thy
Mynd: Lau Nielsen/GOG  
 
31.05.2026 - 19:37

Óli Mittún vísti satt stórspæl, tá GOG vann stórsigur á Mors-Thy í fyrsta bronusdystinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Føroyski bakspælarin skoraði sjey mál upp á sjey skotroyndir og legði upp til heili átta mál í 38-31 sigrinum á heimavølli í Svendborg.

Hósdagin spæla liðini aftur, og um GOG vinnur á útivølli hevur Óli Mittún vunnu donsku bronsuna í sínum fyrsta kappingarári við fjónliðnum.

 


Jóhan á Plógv Hansen fekk kjansin at javna til 30-30 í evstu løtu, men Niklas Landin bjargaði brotskastinum frá fyrrverandi landsliðsliðfelagnum. (Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

 

Jóhan misnýtti avgerandi brotskast

Í fyrstu finaluni um danska meistaraheitið spældu Skanderborg-Aarhus við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum ímóti favorittunum úr Aalborg.

Aalborg hevði heimavøll í fyrsta dystinum, men SAH trýsti favorittarnar allan vegin. Føroyingurin hevði enntá kjansin at javna til 30-30 fyri útiliðið, tá tíðin var farin, men Niklas Landin bjargaði brotskastinum frá vonginum.

 - Tað er sera keðiligt, at eg brenni, og eg hevði vilja skotið tað umaftur, men soleiðis er hatta. Nú skulu vit spæla ímóti teimum á heimavølli, og spæla vit, sum vit gjørdu í dag, vænti eg, at tað verður gott, segði Jóhan á Plógv Hansen við TV 2 Sport.

Annar finaludysturin verður hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439