Eiðismenn vera við í fremstu røð

Eiðismenn vera við í fremstu røð
Nýggja EB-húsið er tikið alment í nýtslu. Betraðu umstøðurnar hava millum annað við sær, at EB bjóðar seg fram í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum næsta ár
09.06.2026 - 10:00

Lagið var gott á Eiði leygardagin, tá nýggja EB-húsið alment varð tikið í nýtslu.

 - Hetta kemur at skapa ein heilt øðrvísi felagsskap, segði forkvinnan Sunnuvá Vesturdal.

Húsið, sum er bygt upp í ítróttahølllina, hevur nýmótans venjingarútgerð, men verður í enn størri mun týðandi fyri samanhaldið og mentanina í felagnum.

 - Okkara limir koma allan vegin úr Hósvík, og ein bussur koyrir, so børnini kunnu brúka húsið og spæla spøl áðrenn og aftaná venjing, segði forkvinnan eftir hátíðarhaldið við horntónum, mati og røðum.

Eisini kemur plássið væl við hjá starvsfólkunum hjá EB. Íslendski venjarin Kristinn Guðmundsson hevur verið fulltíðarsettur síðan 2021, og nú kemur fyrrverandi danski landsliðsspælarin Maria Fisker Stokholm afturat honum.

SÍ EISINI: Vit leitaðu eftir einum ævintýri

Nú er pláss fyri teimum umframt skrivstovufólki og nevndararbeiði. Eisini verður munandi lættari at hava dystir í høllini.

 

Eiðismenn bjóða seg til

Betraðu umstøðurnar og ein generatión av ungum ágrýtnum spælarum gera eisini, at eiðismenn fara at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. 

 - Tað er sjálvandi nakað, sum vit hava arbeitt við øll árini, men tá tú hevur eitt lítið felag, skalt tú velja, nær tíðin er hin rætta, sigur forkvinnan.

 - Nú hava vit eini 12 til 14 spælarar, sum eru millum 17 og 23 ár, sum hava spælt øll hesi árini, og eisini hava roynt seg í Burn-deildini í øðrum feløgum, so nú meta vit, at tíðin er komin til at geva teimum eitt tilboð her í EB. Tað verður fyrstu ferð, øgiliga stórt og vit gleða okkum, segði forkvinnan.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938