Avmarkað nøgd av atgongumerkjum til føroyskar hondbóltsfjepparar

Avmarkað nøgd av atgongumerkjum til føroyskar hondbóltsfjepparar
Áhugin hjá føroyingum er stórur at sleppa til dystirnar hjá hondbóltslandsliðnum í HM-endaspælinum í manshondbólti í Týsklandi, men bert nakrir hundrað fáa atgongumerki
Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya
Mynd: Savnsmynd  
 
11.06.2026 - 22:26

Tá føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla HM-endaspæl í Magdeburg í Týsklandi í januar næsta ár, verður innrásin av føroyskum fjepparum neyvan eins stór, og hon var í Oslo í januar í ár, tá tað galt EM-endaspælið.  Ikki at áhugin er minni hesa ferð, men tí tað einfalt eru so fá atgongumerki tøk hjá føroyskum fjepparum at keypa.

Tískil verða tað væntandi bert nakrir hundrað ella kanska túsund føroyskir fjepparar til dystirnar hjá føroyska liðnum móti Portugal, Póllandi og Algeria í innleiðandi bólkaspælinum. 

Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, sigur tó, at tað ikki er óhugsandi, at nøkur hundrað atgongumerki kunnu koma afturat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum klokkan 18:

1817259

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672