Vitjanin hjá íslendsku forsetahjúnunum byrjar mánadagin

Vitjanin hjá íslendsku forsetahjúnunum byrjar mánadagin
Løgmaður er vertur fyri vitjanini
Íslendski forsetin, Halla Tómasdóttir, og Björn Skúlason koma til Føroya á vitjan mánadagin
 
16.06.2026 - 15:47

Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, og hjúnafelagi hennara, Björn Skúlason, koma til Føroya á almenna vitjan 22. til 24. juni. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Mánadagin verður vitjað í Tinganesi og í Løgtinginum, áðrenn løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

Týsdag gongur leiðin í Eysturoynna, har forsetin við fylgi fáa høvi at síggja Eysturoyartunnilin, MEST á Skála, svimjihøllina í Runavík og Bakkafrost.

Seinni sama dag verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður hjá Edwardi Fuglø,i kappróðrarneystinum og í Rótini.

Mikudagin vitja tey Hugskotið og Fróðskaparsetrið í Sjóvinnuhúsinum, áðrenn íslendsku forsetahjúnini eru vertir fyri móttøku í Norðurlandahúsinum.

Sí alla skránna her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595