Johnny í Grótinum formaður í grønlendsku nýskipanarnevndini

Johnny í Grótinum formaður í grønlendsku nýskipanarnevndini
Nevndin er sett av grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, og hevur 10 limir.
Johnny í Grótinum verður formaður í nýskipanarnevndini í Grønlandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2026 - 07:57

Johnny í Grótinum er valdur til formann í nýggju nýskipanarnevndini í Grønlandi, sum skal koma við tilmælum um, hvussu tað almenna kann skipast betur.

Nevndin er sett av grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, og hevur 10 limir.

Aftrat Johnny í Grótinum, er Magni Laksáfoss eisini limur í nevndini.

Í arbeiðið sínum skal nýskipanarnevndin hjálpa til at framtíðartryggja almenna geiran í Grønlandi.

Nevndin skal millum annað greina uppgávubýtið millum land og kommunur - og kanna, hvussu nýggj tøkni og vitlíki kunnu hjálpa at loysa almennar uppgávur.

Eftir ætlan skal nevndin í fyrsta ársfjórðingi næsta ár lata úr hondum eina frágreiðing um ítøkilig tilmæli, sum kunnu setast í verk í fyrsta umfari.

Endaliga frágreiðingin hjá nevndini verður væntandi liðug fyrra hálvár 2028. Hon verður síðan grundarlagið undir politiska arbeiðnum at gera nýskipanir í almenna geiranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213