Virðismikil mineral kunnu vera á føroyska havbotninum

Virðismikil mineral kunnu vera á føroyska havbotninum
Jarðfeingi metir, at føroyski landgrunnurin kann goyma mineral, sum eftirspurningur er eftir í millum annað í grøna orkuskiftinum
Landsstýrismaður í vinnumálum fekk mánadagin handað nýggja frágreiðing um havbotnsmineral á føroyska landgrunninum, sum Uni Árting (myndin) og Heri Ziska, granskarar á Jarðfeingi, hava gjørt
Mynd: Savnsmynd  
 
19.06.2026 - 19:02

Tað kunnu liggja stór virði fjald á føroyska havbotninum.

Í einari nýggjari frágreiðing til landsstýrismannin í vinnumálum metir Jarðfeingi, at føroyski landgrunnurin kann goyma virðismikil havbotnsmineral, serliga í økinum kring Ægisryggin norðanfyri Føroyar.

Talan kann vera um jarn-manganskorpur og havbotnssulfidir, sum innihalda mineral sum kopar, kobolt, mangan og onnur sjáldsom jarðevni. Hetta eru mineral, sum verða brúkt í millum annað battaríum, elbilum, vindmyllum, medisinskari útgerð, hernaðarligum útbúnaði og aðrari hátøkniligari framleiðslu.

Sambært ES-nevndini fer tørvurin á fleiri av hesum mineralunum at vaksa munandi komandi árini, og í 2024 metti nevndin, at tørvurin á summum sjáldsomum mineralum kann fimmfaldast fram til 2030.

Norðmenn hava verið frammaliga á økinum at kanna, hvørji mineral kunnu goyma seg á havbotninum.

Uni_2_2

 

Norska stjórnin sær ein stóran búskaparligan møguleika í at útvinna sjáldsom mineral av havsins botni, sum mett verður kunnu verða verd eina fýra-siffraða milliard-upphædd. Ætlanirnar í Norra vóru, at hesin vinnumøguleiki skuldi kannast nærri, men í desember 2025 avgjørdi norska stjórnin at steðga øllum ætlanum við djúphavsnámi fram til í minsta lagi 2029 vegna politiskt trýst og stúran fyri umhvørvisligu avleiðingunum av einari tílíkari vinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974