Vantandi málførleiki: Mugu fáa tamarhald á skíggjanýtsluni

Vantandi málførleiki: Mugu fáa tamarhald á skíggjanýtsluni
Eisini formaðurin í Lærarafelagnum rópar varskó, nú royndirnar vísa, at børn í fyrsta flokki hava sera lítið orðfeingi
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
23.06.2026 - 14:04

- Næmingar duga ov fá orð, og tað kann seta tey í ógvuliga truplar støður í nógvum av lívsins viðurskiftum. 

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Helst eru fleiri orsøkir til, at børn duga færri føroysk orð. Men skíggjanýtsla er ivaleyst ein orsøk, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Hann sigur, at haldast skal fram við teimum átøkum, sum longu eru sett í verk, og neyðugt verður eisini við fleiri átøkum, ikki bert á stovnum, men eisini heima við hús.

Forkvinnan í Serlærarafelagnum, Fridrikka Kjeld, sigur, at málførleikin hjá teimum, sum koma í fyrsta flokk, heldur fram at versna.

Jacob Eli S. Olsen sigur, at trupulleikin er ikki bara í fyrsta flokki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23062026_Malforleiki

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087