Vilja hava meira at vita um føroysk sjósíl

Vilja hava meira at vita um føroysk sjósíl
Avtalan millum Havbúnaðarfelagið og Firum skal geva betri vitan, um alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósílastovnin
Jóhanna Lava Køtlum frá P/F Firum og Øssur M. Dalbúð frá Havbúnaðarfelagnum hava skrivað undir avtaluna um sjósílaverkætlanina fyri 2026.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
30.06.2026 - 14:50

Havbúnaðarfelagið og partafelagið Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósíl.

Endamálið er at fáa meira at vita um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

Verkætlanin heldur sostatt fram í 2026 og byggir víðari á kanningarnar frá undanfarnum árum. 

Ein týðandi partur av arbeiðinum verður at samanbera lúsatøl og trivnað hjá sjósílum, sum liva nær aling, við sjósíl, sum vera veidd burtur frá aling.

Verkætlanin skal geva betri vitan, um alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósílastovnin í Føroyum. 

Havbúnaðarfelagið metir, at tað hevur stóran týdning at kanna hetta. 

Áðrenn verkætlanin byrjaði í 2019, var vitanin um føroyska sjósílastovnin sera avmarkað.

Men við verkætlanini legst nýggj vitan aftrat á hvørjum ári.

 

Veiða sjósíl við gørnum

Fyri at kanna støðuna hjá sjósílum á sjónum verður eitt avmarkað tal av sjósílum veitt við gørnum. 

Harumframt kunnu sílafiskarar senda inn upplýsingar um sjósíl, sum teir hava veitt. 

Til hetta endamálið hevur Firum ment serligar brævbjálvar, sum kunnu nýtast til at senda inn roðsluroyndir.

Í heyst verður drigið um 10.000 krónur millum allar brævbjálvarnar.

Harumframt heldur arbeiðið fram í Eiðisá í Norðragøtu, har síl verða PIT-merkt, og ein antennuskipan skrásetir ferðingina úr ánni á sjógv og aftur. 

Kanningarnar kunnu millum annað geva betri vitan um, hvussu leingi sjósílini eru í sjónum, og um lúsatrýstið á fjørðinum ávirkar ferðingina hjá teimum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938