NSÍ skrivaði søgu í Slovenia

NSÍ skrivaði søgu í Slovenia
NSÍ er fyri fyrstu ferð í søgu felagsins komið víðari til triðja undanumfar í einari evropeiskari kapping
 
31.07.2026 - 18:12

NSÍ vann seg víðari til triðja umfar í undankappingini til Conference League, eftir ein dramatiskan dyst móti slovenska FC Koper. Eftir at hava tapt fyrra dystin 2-0, vann NSÍ útidystin 2-0, so samanlagda úrslitið var 2-2. Málini hjá NSÍ skoraðu Beinir Nolsøe og Marius Kryger Lindh.

Liðini skuldu tí spæla longda leiktíð, og her fekk heimaliðið ivasamt brotsspark, sum N´Diaye skoraðu, men í 122. minutti - ella í yvirtíðini av yvirtíðini - legði Michał Przybylski NSÍ á odda 3-1, so tað samanlagt stóð á jøvnum 3-3. Tí skuldi brotssparkskapping til, sum NSÍ vann 4-3.

Liðskiparin í gjár, Petur Knudsen, sigur, at NSÍ allatíðina trúði upp á, at liðið kundi venda uppgerðini, og at avrikið í fyrra dystinum gav spælarunum ta trúnna.

Í brotssparkskappingini gjørdist NSÍ-málverjin, Tom Amos, stóra hetjan, tá hann bjargaði trimum brotsspørkum í brotssparkskappingini - umframt at hann bjargaði einum brotssparki í vanligu leiktíðini.

Í triðja undanumfarinum skal NSÍ spæla móti sveisiska FC Lugano. Fyrri dysturin verður í Sveis 6. august, og returdysturin verður spældur í Klaksvík 13. august. 

Hoyr innslag í tíðindunum her:

NSI_og_FC_Koper_kl_1220

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493