Norski oljugrunnurin farin upp um 15.000 milliardir

Norski oljugrunnurin farin upp um 15.000 milliardir
Fyrra hálvár í ár var tað besta hjá grunninum, síðan hann byrjaði í 1996
Í 30 ár eru inntøkurnar frá norsku oljuvinnuni settar í grunn
 
12.08.2026 - 10:55

Tann sonevndi norski oljugrunnurin er nú komin upp um 15.000 milliardir krónur í okkara pengum. Tað eru 22.683 milliardir norskar krónur.

Fyrra hálvár í ár gav 1.197 milliardir í avlopi, og tað er tað størsta avlopið, sum hevur verið í einum hálvári, síðani grunnurin byrjaði í 1996, sigur Norges Bank Investment Management, sum umsitur grunnin.

Stóra avlopið stavar í høvuðsheitum frá asiatiskum tøknipartabrøvum.

Norska Stórtingið samtykti í 1990 lógina um at stovna grunnin, og fyrstu pengarnir vórðu settir inn í 1996.

Endamálið við oljugrunninum er at tryggja eina langtíðar fyrisiting av inntøkunum frá norska olju- og gasstilfeinginum, so bæði verandi og komandi ættarlið fáa ágóðan av teimum. Almenna navnið hjá grunninum er Statens pensjonsfond utland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040