Fuglaveiða skal skrásetast - kunngerðin er ikki komin enn

Fuglaveiða skal skrásetast - kunngerðin er ikki komin enn
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at málið er nýtt fyri sær, og tað verður heldur ikki ár, at nátaveiðan verður skrásett
Lógin sigur, at nátaveiða skal eisini skrásetast, men kunngerðin er ikki lýst enn, og tí verður nátaveiðan heldur ikki skrásett í ár. (Savnsmynd)
 
21.08.2026 - 10:56

Í fjørvár samtykti løgtingið, at øll fuglaveiða, eisini eftir havhestaungum, skal skrásetast og fráboðast.

Broytingin í fuglaveiðulógini merkir, at øll, sum ætla sær eftir havhestaungum ella øðrum fugli, skulu boða Havstovuni frá, hvat tey hava fingið. 

Men kunngerðin, sum skal áseta, hvussu fólk skulu boða frá, og hvussu veiðutølini skulu almannakunngerast, er framvegis ikki gjørd og lýst.

Havstovan sigur, at so skjótt kunngerðin er lýst, kann skrásetingin byrja.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at málið er nýtt fyri sær, og væntandi verður kunngerðin lýst í hesum árinum.

Men tað verður heldur ikki í ár, at nátaveiðan verður skrásett, sjálvt um fuglaveiðulógin sigur tað.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21082026_Fuglaveida_og_skraseting

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846