Evropeiskt karaokekvøld í Íslandi

Evropeiskt karaokekvøld í Íslandi
Evropeiskir sangir og grundgevingar fyri íslendskum ES-limaskapi, hvørt um annað
Mathias Dimon Næs
24.08.2026 - 17:42

Mangt áhugavert gongur fyri seg í Íslandi fyri tíðina. Rørslurnar bæði fyri og ímóti íslendskum ES-limaskapi spíla seg út við tiltøkum, sum hava til endamáls at ávirka fólkið áðrenn fólkaatkvøðuna tann 29. august. 

Eitt nú skipar evroparørslan í Íslandi fyri evropeiskum karaokekvøldi. Reglan er, at sanginir skulu vera úr ES-londum ella úr Stóra Bretlandi áðrenn 2016, sigur fyriskiparin við einum smíli, og leggur aftrat, at tað ber til at samráða seg til undantøk fyri hesi regluni. 

Hóast undirhaldið er lætt og hýrurin góður, so er stjórin í íslendsku evroparørsluni, Sneirós Sindradóttir til reiðar við greiðum grundgevingum fyri íslendskum limaskapi, tá journalistarnir seta henni spurningar.

Evropeiska rørslan í Íslandi (European Movement Iceland) varð sett á stovn á evropadegnum tann 9. Mai í 2022. Stigtakararnir eru fólk við ymiskum bakgrundum og ymiskum politiskum sjónarmiðum, sum tó hava tað til felags, at tey vilja arbeiða til frama fyri íslendskum limaskapi í ES. Í dag eru 2000 limir í rørsluni.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203