Jóannes: Víkingur vann uppiborið

Jóannes: Víkingur vann uppiborið
Jóannes Kalsø Danielsen helt ikki, at KÍ hevði uppiborið sigurin í eini finalu, sum teir ongantíð ordiliga stemplaðu inn í
05.09.2026 - 22:00

Jóannes Kalsø Danielsen viðgekk, at KÍ ongantíð veruliga stemplaði inn í steypafinaluósigrinum fyri Víkingi.

 - Vit standa við eini tómari kenslu í løtuni. Vit møta ikki nóg væl upp til finaluna í dag, sjálvt um tað er ein jøvn finala. Vit kunnu vera nógv betri enn vit eru, men Víkingur spælir ein góðan dyst taktiskt, og teir hava uppiborið sigurin í dag, segði bakkurin.

Hann helt, at Víkingur dugdi betur at spæla seg til vandamiklar kjansir, og at gera sær dælt av møguleikunum.

 - Tað plaga at vera vit, sum eru sterkir upp á deyðbóltar, so eg føli eitt sindur, at alt gongur ímóti í dag, men hatta er fótbóltur, staðfesti Jóannes Kalsø Danielsen.

Tað hevur verið heldur torførari enn vanligt, at spæla fótbólt í Klaksvík hetta kappingarárið. KÍ megnaði ikki at koma í evropeiskt deildarspæl, og í landskappingini stríðast teir bláu við at hanga í oddaliðnum NSÍ.

 - Vit hava havt fleiri niðurtúrar í seinastuni. Vit høvdu tríggjar møguleikar at koma í bólkaspæl, náddu tað ikki, og mistu sigurin ímóti NSÍ, og so hetta í dag, segði Jóannes Kalsø Danielsen, sum ikki hevur mist mótið kortini.

 - Í morgin fara vit í arbeiðshandskarnar, og so byggja vit uppaftur til í næstu viku, tí vit hava nógv at spæla um enn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286