TV 2 Sport: Jana Mittún skiftir til Nykøbing Falster

TV 2 Sport: Jana Mittún skiftir til Nykøbing Falster
Jana Mittún fer úr Viborg, og skal loysa av fyri Kristinu "Mulle" Kristiansen í Nykøbing Falster, skrivar TV 2 Sport
Jana Mittún og Viborg vunnu seg í hálvfinaluna í European League í fjør
Mynd: EHF  
 
10.09.2026 - 09:19

Jana Mittún hevur gjørt trý ára avtalu við Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, skrivar TV 2 Sport.

Fyri kortum varð greitt, at Nykøbing Falster ikki leingir sáttmálan hjá væl dámdu Kristinu "Mulle" Kristiansen, ið hevur røkt spælskiparaplássið í meir enn 10 ár.

Sambært donsku rásini verður føroyski bakspælarin avloysarin í bakketuni hjá NFH næsta ár.

Føroyska landsliðsstjørnarn skifti til Viborg úr H71 fyri trimum árum síðan og er júst farin í gongd við fjórða kappingarárið í jútska felagnum.

Liðið er batna munandi hesi árini, men tað hevur verið torført hjá Janu Mittún og teimum at vinna seg upp ímillum fýra tey bestu; Odense, Esbjerg, Ikast og NFH.

Ein annar føroyskur landsliðsspælari, Marita Mortensen, spælir í NFH í løtuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339