Lea Eyðbjørg spælir sína fyrstu konsert í Føroyum í Løkshøll fríggjakvøldið

Lea Eyðbjørg spælir sína fyrstu konsert í Føroyum í Løkshøll fríggjakvøldið
Eitt ta mest lovandi navnið á danska tónleikapallinum, Lea Eyðbjørg, ið hevur føroyskar røtur, verður fyrstu ferð at hoyra á palli í Føroyum í Løkshøll fríggjakvøldið
Marius Ziska og Lea Eyðbjørg fara at spæla konsert saman í Løkshøll fríggjakvøldið
Mynd: PR-myndir  
 
13.09.2026 - 18:00

Fríggjakvøldið fáa føroyingar høvi at uppliva størstu tónleikastjørnuna á eystara armi á Skálafjørðinum spæla á heimabeiti í Løkshøll í Runavík, tá Hans Marius Ziska fer á pallin saman við bólki sínum, Marius Ziska

Í roynd og veru, so kemur oddamaðurin í Marius Ziska aftur til staðið, har alt byrjaði, tí Løkshøll er nevniliga partur av Runavíkar skúla, har Hans Marius Ziska, ið er ættaður úr Søldarfirði, gekk í framhaldsdeild.

Hans Marius hevur greitt frá, at hugurin til skúlan var lítil og eingin, og tí var bjargingin, at hann og vinmaðurin, Terji Skibenæs, sluppu at dusa sær í tónleikastovuni í gamla Runavíkar skúla.

Burtur úr hesum spretti fyrst rokkbólkurin Flux, ið gjørdist heimskendur í Føroyum við luttøkuni í Prix Føroyum í 1999, 2001 og 2003, áðrenn bólkurin fór í upploysn og fyrsta útgávan hjá Marius Ziska kom undan kavi.

Og restin er søga, sum tey siga.

 

Nýggj pláta

Hans Marius Ziska hevur saman við bólki sínum verið eitt av Føroya fremstu tónleikanøvnum í mong ár.

Stóra gjøgnumbrotið kom við útgávuni við hóskandi heitinum "Recreation", tá Marius Ziska fór frá at spæla indierokk til meira kenslubornan singer/songwriter-tónleik, sum síðani veruliga hevur fingið fastatøkur á føroyingum við hittum sum "Nærveran", "Villingarsjónin" og "Ongin er orsøk".

Í løtuni arbeiðir Hans Marius Ziska við nýggjari plátu, har hann fer aftur at syngja á enskum, sum hann ikki hevur gjørt síðani stóru útgávuna "HOME" frá 2015, tá samstarvið við teksthøvundan Hans Jacob Kollslíð byrjaði. 

 

Serliga spennandi upphiting

Eins spennandi og tað verður at hoyra nýggju sangirnar hjá Marius Ziska, eins spennandi verður tað at hoyra ungu kvinnuna, ið fer at hita upp. 

Lea Eyðbjørg hevur undanvind á danska tónleikapallinum, og um tú tendrar P3-útvarspsrásina hjá DR, so skalt tú ikki lurta leingi, fyrr enn tú hoyrir sangin "stoppe med at elske nogen" hjá Leu Eyðbjørg. 

 

Dóttir Janus í Safir

Lea Eyðbjørg hevur ættarbond til Føroya, tí hon er dóttir Janus Trúgvason, sum er onnur helvtin í Safir. Lea Eyðbjørg eitur eisini Janusardóttir Trúgvason til eftirnavn, so hon er errin av sínum føroysku rótum. 

Lea Eyðbjørg hevur staðfest seg sum eina av teim mest spennandi røddunum á norðurlendska tónleikapallinum. Við einari sjáldsamari samanrenning av sárbæri og styrki hevur hon skapað sítt egna ljóðunivers við sorgblíðum men fangandi poppløgum.

Hon framførdi á Roskilde Festivalinum í 2025, og í ár var long kø at sleppa inn at lurta eftir henni á Spot Festivalinum.

 

Enn hevur Lea Eyðbjørg ikki framført í Føroyum, og tí eru eru tey í Løkshøll fegin at kunna bjóða henni pallin til hesa konsertina fríggjakvøldið 18. september klokkan 20. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232