- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran vísir aftur at hava samband við yvirgangsætlan í Onglandi

Iran vísir treytaleyst aftur, at landið skal hava nakað at gera við yvirgangsætlanir móti hernaðarstøðini, yvirgangsroyndina RAF Fairford.
- Hetta er iranofobi, eru boðini frá iransku sendistovuni í London, sambært Sky News.
- Iranska sendistovan í London vísir hesum aftur og fordømir harðliga hesar seinastu óndsinnaðu útspillingarnar, ljóðar av sendistovuni.
Amerikanska flogvápnið brúkar herstøðina, millum annað í atgerðum sínum móti Iran. Tí verður gitt, um Iran man vera uppi í tí, sum hendi har um vikuskiftið.
Fimm mans handtiknir
Fimm mans vórðu í gjár handtiknir nærhendis herstøðini, undir illgruna fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop.
Allir fimm eru bretskir ríkisborgarar, upplýsir bretska yvirgangsløgreglan.
Teir vórðu handtiknir í nærindis hernaðarflogvøllinum RAF Fairford í Gloucestershire í Onglandi. Amerikanska flogvápnið heldur eisini til á flogvøllinum.
Avbyrgdu veg
Tað vóru fólk, sum búðu í økinum, sum boðaðu politinum frá, tá ið tey sóu menn við hettum í trimum vøruvognum, sum byrgdu ein veg av.
Fólk í 85 húsum, sum búgva nærhendis hernaðarflogvøllinum RAF Fairford í Gloucestershire í Onglandi hava fingið boð frá politinum um at flyta burtur fyribils.
Hetta verður gjørt, tí at politiið skal kanna alt økið nærri.


























