Búskaparfrøðingur: Fíggjarlógin hevur ov lítið fokus á inntøkur

Búskaparfrøðingur: Fíggjarlógin hevur ov lítið fokus á inntøkur
Tað er ikki nóg lokkandi hjá føroyingum uttanlands at flyta heimaftur, heldur Rebekka Joensen. Javnaðarflokkurin er bundin av avtalum, sigur landsstýrismaðurin
Rebekka Joensen, búskaparfrøðingur.
 
01.10.2026 - 13:01

Ov lítið fokus er á landskassainntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum. 

Tað heldur Rebekka Joensen, búskaparfrøðingur.

Tað merkir, at ov lítið verður brúkt til eitt nú at gera tað lokkandi hjá føroyingum uttanlands at flyta heimaftur, segði hon í Breddanum fyrrapartin:

 

01102026_Rebekka

 


Aksel V. Johannesen.

 

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í Breddanum, at Javnaðarflokkurin fegin hevði viljað kravt meira pening inn í til dømis tilfeingisgjøldum, men er bundin av avtalum við hinar báðar flokkarnar í samgonguni, sum báðir eru borgarligir.

Hann heldur tó, at lyftið um ikki at hækka skattin hjá vanliga fólkinum samsvarar væl við tað, sum Rebekka Joensen sigur, um at gera tað lokkandi hjá ungum føroyingum at velja Føroyar:

 

01102026_Aksel

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775