- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar hava aftur lopið á íbúðarhús og orkuverk í Ukraina

Russland hevur aftur framt umfatandi rakett- og dronuálop á Ukraina í nátt.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, hevur Russland skotið 39 rakettir og fleiri enn 120 dronur inn í Ukraina. Serliga orkuveitingin hevur verið fyri álopum, skriva altjóða miðlar.
Álopini hava eisini rakt íbúðarhús í høvuðsstaðnum Kyiv. Í minsta lagi seks fólk eru deyð, og fleiri eru særd.
Sambært Zelenskyj hava umleið 600.000 fólk mist streymin eftir álopini.
Fáa ongar ávaringar
Ukrainski forsetin sigur eisini, at fyri aðru ferð í fáar dagar hevur Ukraina ikki fingið ávaringarnar um russisk álop, sum landið vanliga fær úr USA.
Í høvuðsstaðnum Kyiv hava spreingingar verið alla nátt, og túsundtals fólk hava leitað sær skjól í undirgrundarbreytini.
Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hjá danska TV 2, er staddur í Kyiv.
Hann hevur fylgt krígnum frá byrjan og sigur, at hóastKyiv liggur langt frá hermótinum, er tað sum um, at býurin er mitt á hermótinum. Hann heldur ikki, at nøkur vápnahvíld er á orkuøkinum, hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur tað:


























