- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
Tvey fyrrverandi landsstýrisfólk í uttanríkismálum kjakast í útvarpsstovuni

Síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022 hava Føroyar latið umleið 25 milliónir krónur í stuðli til Ukraina.
Mynd: Andriy Bodak/Reuters/Ritzau Scanpix
22.10.2026 - 09:24
Síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022 hava Føroyar latið umleið 25 milliónir krónur í stuðli til Ukraina. Tað svarar til 0,09% av BTÚ.
Danmark hevur latið munandi meira enn Føroyar. Tey hava latið 3,25% av BTÚ.
Um Føroyar skuldu verið á donskum stigi og latið 3,25% av BTÚ, so høvdu vit latið 910 milliónir krónur.
Politiskt kjak verður millum tvey av fyrrverandi landsstýrisfólkinum í uttanríkismálum, Sirið Stenberg og Jenis av Rana.
Vit frætta eisini frá føroyingi á hermótinum og um støðuna hjá ukrainsku flóttarfólkunum í Føroyum.
Breddin klokkan 10
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























