Bretland fer at brúka meira til verju

Bretland fer at brúka meira til verju
Ætlanin er at brúka 3,5 prosent av BT`Ú til verjuendamál næstu árini
Andy Burnham er forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Temilade Adelaja/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.10.2026 - 10:55

Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, váttar, at bretska stjórnin fyri 2035 miðar eftir at brúka 3,5 prosent av BTÚ til verju.

Í samrøðu við morgunsendingina Good Morning Britain í morgun segði Burnham, at fíggjarmálaráðharrin, John Healey, fer mikudagin at leggja fram fyrstu fíggjarlógina hjá stjórnini, og at játtanin til verju er við í henni.

Forsætisráðharrin segði, at Bretland fer at halda sínar NATO-skyldur, og at Healey fer at leggja fram ætlanina fyri at røkka málinum.

- Vit fara at leggja fram ætlan fyri, hvussu vit kunnu røkka málinum, og hvat rætti vegurin er fram. Tjóðartrygdin er raðfest øki hjá okkum, nú heimurin hevur avbjóðingar, sigur Burnham.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329