- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stubb og Støre: Okkara sameindu vóru kunnað um samrøðuna við Putin

Finski forsetin, Alexander Stubb, váttar, at sameind, eisini Danmark, vórðu kunnað undan telefonsamrøðuna í morgun við russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Telefonsamrøðan varð gjørd í samráði við Ukraina. Áðrenn samrøðuna kunnaðu vit týdningarmikil sameind, m.a. øll norðurlond, og vit kunnaðu eisini um innihaldið í telefonsamrøðuni aftaná, segði Stubb í røðu á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki fyrrapartin.
Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre, sigur, at samrøðan skuldi vara í 20 minuttir, men vardi í hálvanannan tíma.
- Kjakið við Putin, forseta, var professionelt og ítøkiligt, segði Stubb.
Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, sigur, at norðurlendsku leiðararnir ganga egnar leiðir.
- Satt at siga, so veit eg ikki, hvat londini bæði halda kann fáast burturúr við hesum, sigur hon.
Jonas Gahr Støre. (Mynd: Roni Rekomaa/AFP/Ritzau Scanpix)
Støre vísir aftur
Norski forsætisráðharrin er ósamdur við Mettu Frederiksen um, at hann og Stubb gingu egnar leiðir.
- ES hevur higartil hesi seinastu fýra árini ikki havt ein felags boðskap at felags átak, sigur Støre. Vit tosa ikki vegna nakran annan enn okkum sjálvar, men tað hevur verið væl viðgjørt, og øll sameind hjá okkum vóru kunnað frammanundan.
Stubb legði aftrat, at hann og Støre eisini tosaðu við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, í hálvan tíma eftir telefonsamrøðuna við Putin
- Vit, sum eru grannalond, hava ábyrgd fyri okkara egnu áhugamálum. Og Stubb og eg tóku ábyrgd í dag, sigur Støre.


























