Landið má strika vinnisbýtið í Atlantsflogi

Landið má strika vinnisbýtið í Atlantsflogi
Talan er um hálvafjórðu milliónir kr. í 12 ár, mælir grannskoðarafyritøkan, Januar, til
 
13.02.2014 - 11:38

Landskassin skal siga frá sær hálva fjórðu millión krónur um árið í 12 ár í vinningsbýti frá P/f Atlantsflogi, nú felagið skal keypa aftur einskilda partin av felagnum.

Tað mælir grannskoðanarvirkið Januar til í frágreiðing til nevndarformannin í Atlantsflogi, Niels Mortensen.

Januar sigur, at fyri at fáa roknidømið at ganga upp, skal Atlantsflog ikki lata vinningsbýti í 12 ár.

Tað fer at spara felagnum hálva fjórðu millión um árið.

Og sambært tí missir lanskassin, sum einasta partaeigari í felagnum, góðar 42 milliónir.

Januar metir, at privatu partabrøvini kunnu keypast fyri ein kurs, sum er millum 160 og 220.

Felagið eigur 30 milliónir krónur at keypa fyri, - hitt skal lænast.

- Tað veldst um, hvør kursurin verður, hvussu nógv Atlantsflog noyðist at læna til at keypa partabrøv.

Verður keypt fyri kurs 220, er neyðugt at læna góðar 45 mió. kr.

Rentan er mett at vera 4,5 prosent og afturgjaldingartíðin tíggju ár.

Ætlanin at keypa einskilda triðingin aftur er ikki heilt nýggj, tí frágreiðingin hjá Januar er dagfest 15.desember í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659