Herurin í Tailandi mælir til tingingar

Herurin í Tailandi mælir til tingingar
Herovastin í Tailandi sigur seg ongar ætlanir hava at blanda seg í ófriðin í landinum. Hann mælir hinvegin til tingingar.
Herovastin í Tailandi, Prayuth Chan-ocna, mælir stríðandi pørtunum í landinum at fara undir friðartingingar.
 
24.02.2014 - 11:12

Prayuth Chan-ocna, herovasti í Tailandi, sigur, at nógv fleiri bólkar eru blandaðir í ófriðin í landinum nú enn í 2010. Tí er trupult at vita, á hvørjari síðu ymsu bólkarnir eru.

Herurin framt statskvett fyrr

Tailendski herurin bardi mótmælini í 2010 niður, og herurin hevur eisini framt fleir statskvett, síðani landið fekk kongsdømi í 1932.

Herurin koyrdi Thaksin Shinawatra, bróðir núverandi forsætisráðharran, Yingluck Shinawatra, frá í 2006, men hevur hildið seg uttan fyri ófriðin hesaferð.

Kelda: BBC

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Orknleikir '25 #3
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550