Svenskur journalistur skotin í Kabul

Svenskur journalistur skotin í Kabul
Almenna svenska kringvarpið, SVT, váttar í dag, at journalisturin, Nils Horner, doyði eftir at vera skotin í Kabul í gjár.
Myrdi svenski journalisturin, Nils Horner, her avmyndaður í Kabul.
 
11.03.2014 - 10:20

51 ára gamli Nils Horner varð skotin nærindis eina kenda libaneskiska matstovu í Kabul, skrivar AFP.

”Hetta er ein av ringastu døgunum í søguni hjá SVT. Nils Horner var eitt av okkara bestu og royndastu tíðindafólkum, og hetta er ræðuligt. Nú gera vit okkara besta at seta okkum inn í allar smálutir um, hvat er hent,” sigur Cilla Benkø fyri SVT.

Svenska uttanríkisráðið váttar fyri blaðnum Expressen, at ein svenskur ríkisborgari er skotin og dripin í Kabul.

Var til arbeiðis

Afganski kanningarleiðarin, Sayed Gul Agha Hashimi, sigur, at journalisturin var til arbeiðis, tá hann varð skotin. Hann doyði, meðan hann fekk viðgerð á sjúkrahúsi.

Talibanarnir nokta fyri, at teir høvdu nakað við morðið at gera.

”Vit hava spurt okkum fyri hjá hermonnum okkara, og ongin teirra hevur nakað við hatta at gera,” sigur Zaciullah Mujahid, talsmaður hjá Taleban.

Kelda: NRK/AFP

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956