Hóttu við atsóknum: Helvtin av fólkinum á vali

Hóttu við atsóknum: Helvtin av fólkinum á vali
Hóast hóttanir frá Taleban, er líkt til, at yvir helvtin av veljarunum í Afghanistan vóru á forsetavali í landinum í gjár
Umleið helvtin av teimum 13,5 milliónum fólkunum í Afghanistan vóru leygardagin á forsetavali, verður mett, hóast hóttanir um atsóknir komu undan valinum
Mynd: AP

06.04.2014 - 14:31

- Valluttøkan var kanska yvir sjey milliónir, sigur leiðarin í óheftu valnevndini, Ahmad Yusuf Nuris-tani. Hann sigur tó, at hetta er ein fyribils meting, ið kann vera óneyv.

Taleban hevði annars hótt við atsóknum í gjár. Felagsskapurin heitti á herdeildir sínar um at leypa á øll, sum hjálptu til á valinum og at leypa á veljarar og trygdardeildir, sum ansaðu eftir valhølunum.

Hetta hevði við sær, at yvir 200 av teimum gott 6.400 valhølunum ikki lótu upp, tí fyriskipararnir óttaðust fyri atsóknum. Men onki stórvegis álop var í gjár, sammett við tað, sum Taleban hótti við.

14 fólk lótu lív á valdegnum

Fimm hermenn og níggju sivilfólk doyðu kortini í samband við atsóknir undir valinum í gjár. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, rósar afghanska fólkinum, at tey tordu at fara á val, hóast hóttanirnar frá Taleban.

-Milliónir av afghanskum kvinnum og monnum fóru á val við dirvi og áhuga fyri valinum. Afghanska fólkið tryggjaði valið, sigur John Kerry. Hetta er triða forsetavalið í Afghanistan síðan 2001.

Veljast skal nýggjur forseti fyri Hamid Karzai, ið hevur verið forseti seinastu árini. Tríggir menn eru favorittar at vinna valið. Teir eru Abdullah Abdullah, fyrrverandi uttanríkisráðharri, Ashraf Ghani, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, og Zalmay Rassoul, sum starvast í Heimsbankanum.

Roknað verður við, at neyðugt verður við einum umfari aftrat í forsetavalinum í Afghanistan. Um so verður, verður tað umfarið í mei mánað. Deildirnar hjá NATO verða tiknar úr Afghanistan seinni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Leygardag 13. desember
Upp á tá - 121225
201455
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392