Mælir pedagogum frá at søkja størv í forskúlum

Mælir pedagogum frá at søkja størv í forskúlum
Pedagogfelagið heldur, at størvini hvørki eru umfatað av nøkrum sáttmála ella flokkað.
Mynd: Savnsmynd  
 
10.07.2014 - 14:17

Pedagogfelagið mælir limunum til at hugsa seg væl um, áðrenn teir søkja størv í forskúlunum.

Fasti Gerðarrætturin hevur sett blokaduna og arbeiðssteðgin úr gildi, sum Pedagogfelagið lýsti móti forskúlunum, og tí kunnu námsfrøðingar søkja størvini,

Men Pedagogfelagið minnir limir sínar á, at felagið ikki heldur størvini vera umfatað av nøkrum sáttmála og tískil heldur ikki flokkað.

Pedagogfelagið hevur biðið Fasta Gerðarrættin um at taka málið upp aftur um bokaduna og arbeiðssteðgin, sum Pedagogfelagið hevði lýst móti forskúlunum.

At Pedagogfelagið hevur kært úrskurðin merkir, at allir gerðarrættardómararnir nú skulu viðgerða málið.

 

Ikki viðgjørt eftir reglunum

Pedagogfelagið sigur í kæruni, at málið ikki er viðgjørt sambært reglunum um Fasta Gerðarrættin og førir m.a. fram, at gerðarrætturin hevur gjørt úrskurðin út frá einum fyrireikandi fundi, har referat eru tikin, sum eru brúkt í úrskurðinum, uttan at tey, sum vóru til staðar og eru endurgivin, vistu, at fundarreferatini fóru at verða brúkt.

Pedagogfelagið ger galdandi, at málið hevur stóran týdning, tí tað snýr seg um tulking og nágreining av verkfalsrættindum og friðarskyldu á arbeiðsmarknaðinum. Og tá formlig brek eru staðfest í viðgerðini av einum slíkum máli, eigur tað at ganga umaftur, heldur Pedagogfelagið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. januar
Soleiðis fært tú góðar vanar
202338
Mikudag 7. januar
Morgunlestur mikudagur 7.januar 2025
202089
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
202302
Týsdag 6. januar
Morgunlestur týsdagur 6.januar 2025
202088
Mánadag 5. januar
Nú er kósin sett og vit hyggja at 2026
202259
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274