Eingin vápnahvíld í Gaza

Eingin vápnahvíld í Gaza
Tað verður eingin vápnahvíld í Gaza, um ikki Ísrael tekur av stongsilin í Gaza, sigur Khaled Meshaal, leiðari fyri Hamas-felagsskapin
Tekur Ísrael ikki av stongsilin í Gaza, verður eingin vápnahvíld, sigur Khaled Meshaal, leiðari fyri Hamas-felagsskapin
Mynd: AP

24.07.2014 - 08:29

- Øll krevja, at vit góðtaka vápnahvíld og síðani samráðast um okkara rættindi. Hesum vísa vit aftur, og tað gera vit eisini í dag, sigur leiðarin fyri Hamas-felagsskapinum, Khaled Meshaal.

Leiðarin fyri Hamas-felagsskapin, Khaled Meshaal, sigur, at Hamas er fyri vápnahvíld, um Ísrael strikar stongsilin av Gaza, sum hevur vart í nógv ár.

Stríðshugaðir palestinar skutu ígjár 98 rakettir inn yvir Ísrael. 25 av rakettunum vórðu oyðilagdar í ísraelsku verjuskipanini, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Stríðið kravt 700 mannalív higartil

Stríðið millum Ísrael og Palestina, sum nú hevur vart í 16 dagar, hevur kravt meira enn 700 mannalív. Í nátt lótu 21 palestinar lív í flog-og skotálopum.

Sambært mannarætætindafelagsskapum eru meira enn 80 prosent av teimum dripnu sivilir palestinar. Palestinska mannarættindamiðstøðin sigur, at 160 av teimum eru børn og í minsta lagi 90 eru kvinnur, skrivar Ritzau.

Higartil hava 32 ísraelar latið lív, av teimum eru 29 hermenn. Í gjár lótu tríggir ísraelskir hermenn lív. Harumfram hava tríggir sivilir ísraelar latið lív í rakettálopum úr Gazageiranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719