Ísland gevur sær sjálvum 20.000 tons afturat

Ísland gevur sær sjálvum 20.000 tons afturat
Íslendska makrelkvotan er hækkað næstan 14 prosent
Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri í Íslandi, hevur lagt góð 20.000 tons oman á makrelkvotuna
 
25.07.2014 - 07:56

Íslendski fiskimálaráðharrin hevur hækkað íslendsku makrelkvotuna 13,6 prosent. Hann hevur lagt 20.100 tons oman á kvotuna, so hon nú er 167.800 tons.

Ísland er framvegis ikki við í fimm ára semjuni millum hini strandarlondini um makrelin. 

Sambært teirri semjuni eiga Ísland, Grønland og Russland góð 190-túsund tons av heildarkvotuni. Men Grønland hevur tikið 100-túsund tons í sín part, og nú hevur Ísland hækkað sína kvotu upp í knappliga 170-túsund tons.

Íslendska fiskimálaráðið hevur ikki rópt út um allar geilar, at makrelkvotan er hækkað.

Sambært heimasíðuni hjá fiskivinnublaðnum Fiskifréttir varð hækkingin kunngjørd í íslendska kunngerðablaðnum 2.juli.

Men eingi tíðindi um hækkaðu kvotuna eru á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum. Og ikki fyrr enn fyrst í hesari vikuni kunngjørdi Fiskistovan, sum umsitur fiskiloyvini, á sínari heimasíðu, at skip og bátar sleppa at fiska meira makrel í ár.

Og norðmenn hava funnið stóran og góðan makrel langt norðuri í Barentshavinum, heilt norðuri við Bjarnoynna.

Makrelur er eisini funnin longri vesturi enn fyrr.    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532