- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vápnahvíld kanska ávegis í Gaza
Uppskotið er lagt fyri báðar partar, veit ísraelska blaðið, Haaretz at siga. John Kerry vónar, at fáa svar frá Hamas-leiðaranum, Khaled Meshaal, sum er í Qatar, áðrenn hann fer heimaftur.
Kerry er í Kairo saman við ST-aðalskrivaranum, Ban-Ki-Moon, og bretska uttanríkisráðharranum, Philip Hammond. Teir hava gjørt uppskotið soleiðis, at Hamas ikki skal kenna seg við undirlutan, eftir at Hamas vísti aftur egyptiska uppskotinum um vápnahvíld.
SÍ EISINI Eingin vápnahvíld í Gaza
Uppskotið, sum Kerry legði fyri ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, snýr seg um, at byrjað verður við vápnahvíld í eina viku, og at ikki er neyðugt hjá ísraelsku herdeildunum at taka seg fult aftur úr Gaza-geiranum ta vikuna.
Síðani skulu samráðingar millum Ísrael og Hamas byrja í Kairo, har Egyptaland er meklari, og palestinski sjálvstýrsimyndugleikin er við.
Uppskot um vápnahvíld frá 2009
USA, ES og ST-aðalskrivarin skulu tryggja, at samráðingarnar snúgva seg um at steðga rakettálopunum og tunlunum hjá Hamas øðrumegin, og hinumegi at taka av stongsilin, sum Ísrael og Egyptaland í fleiri ár hava havt í Gaza-geiranum, og at skaðarnir av ísraelsku álopunum skulu umvælast.
Egyptiska uppskotið er nett tað sama sum vápnahvíldin eftir kríggið í 2009, sum eisini nevndi stongsilin av Gaza-geiranum, men tað vann ikki frama.
Meshaal hevur sagt við BBC, at hann kann góðtaka altjóða trygd fyri, at stongsilin verður tikin av. Kerry tosaði í gjár við parta, sum ahva ávirkan á Hamas, millum annað uttanríkisráðharranar í Qatar, Turkalandi og Jordan.