Ov nógv hjáveiða - hava mist fiskiloyvið

Ov nógv hjáveiða - hava mist fiskiloyvið
Fýra trolarar hava mist fiskiloyvið, tí ov nógv norðhavssild var uppií
Vørn vil ikki upplýsa, hvørjir trolararnir eru, sum hava mist fiskiloyvið
 
04.08.2014 - 09:14

Fýra trolarar, tvey pør, hava mist fiskiloyvið, tí teir høvdu alt ov nógva norðhavssild sum hjáveiðu, tá teir fiskaðu makrel.

Annað parið misti fiskiloyvið í eina viku og hitt í tíggju dagar, upplýsir Vørn.

Vørn vil ikki upplýsa, hvørjir trolararnir eru, ella hvussu nógva norðhavssild, teir høvdu.

Asbjørn Senior flutti fiskin frá trolarunum til lands. Og Vørn kannaði lastina, tá Asbjørn Senior landaði í Kollafirði og á Tvøroyri.

Skip, sum ikki hava loyvi at fiska sild, kunnu í mesta lagi hava tíggju prosent av norðhavssild sum hjáveiðu, tá tey fiska makrel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595