Meiningakanning: Sviar nýggja stjórn

Meiningakanning: Sviar nýggja stjórn
Líkt er til at sviar fáa nýggja stjórn eftir ríkisdagsvalið sum verður 14. september.
 
30.08.2014 - 10:33

Seinasta meiningakanningin vísir, at reyðgrøna andstøðan dregur frá samgonguni, eftir at samgongan hevur staðið seg væl í kanningunum í summar.
Eftir nýggjastu kanningini sum Aftonbladet hevur gjørt, missir samgongan 1,3 prosentstig í mun til seinastu kanningina, og samgongan hevði fingið 37,5 prosent av atkvøðunum um val var nú.
Kanningin vísir, at reyðgrøna andstøðan hevði fingið 46 prosent av atkvøðunum.
Mett verður, at tað verður torført hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra at venda gongdini, nú bert tvær vikur eru eftir til valið.
Andstøðan sigur seg fegnast um gongdina, samstundis sum samgonguflokkarnir siga seg fara at gera alt sum er møguligt fyri at vinna ríkisdagsvalið 14. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114