Putin ikki við á G-20 toppfund

Putin ikki við á G-20 toppfund
Avstralia ætlar at útihýsa russiska forsetanum, Vladimir Putin, á G-20 toppfundinum í heyst, tí Russland er so harðrent móti Ukraina
Heimsins ríkastu lond í G 20-felagsskapinum hittast í avstralska býnum Brisbane í november, men tað verður uttan Vladimir Putin, ætlar Avstralia
Mynd: AP  
 
02.09.2014 - 15:54

<p>Heimsins ríkastu lond eru í G 20-felagsskapinum, og næsti fundurin verður í avstralska býnum Brisbane í november. Avstralia kann ikki einsamalt útihýsa Russlandi, tí semja skal vera millum øll londini í felagsskapinum.</p>

<p>Málið kemur til viðgerðar á Nato-toppfundinum í Wales seinni í vikuni, sigur avstralski handilsmálaráðharrin, Andrew Robb. Í gjár boðaði avstalski forsætisráðharrin, Tony Abbot, frá, at Avstralia fer at herða tiltøkini móti Russlandi, tí russiska stjórnin arbeiðir ímóti eini friðarligari loysn á kreppuni í Ukraina.</p>

<p>Viðurskiftini millum Avstralia og Russland hava verið ísakøld, síðani eitt flogfar hjá Malaysia Airlines varð skotið niður yvir Eystur-ukraina í summar. 28 avstralskir ríkisborgarar vóru millum tey 298 ferðafólkini, sum doyðu.</p>

<p>Russland er undir illgruna fyri at hava latið rakettina, sum varð nýtt at skjóta flogfarið niður.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508
Leygardag 18. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186502
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484