Seks Sea Shepherd-limir útvístir

Seks Sea Shepherd-limir útvístir
Seks limir í djóraverndarfelagsskapinum, Sea Shepherd, eru útvístir úr Føroyum, og fáa ikki innferðarloyvi aftur fyrr enn um eitt ár.
 
16.09.2014 - 16:55

Talan er um tey seks, sum í farnu viku fingu 1.000 kr. í bót, tí tey høvdu brotið grindakunngerðina og politiviðtøkurnar fyri Føroyar. 

Spurningurin um at útvísa teir hevur verið til viðgerðar hjá útlendingarstýrinum, sum í dag hevur tikið støðu í málinum. 

Grundgevingin hjá útlendingarstýrinum er, at tey hava verið til ampa og skapt órógv í almenna rúminum, og av trygdar- og heilsuligum orsøkum, verða tey søgd burtur úr Føroyum í eitt ár, boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi. 

Fýra av teimum seks Sea Shepherd-fólkunum eru longu farin av landinum. Og annar av teimum, sum eru í Føroyum, hevur søkt um longt uppihaldsloyvi.

Peter Thaysen, chef-politiinspektørur, sigur, at maðurin fær ikki longt uppihaldsloyvi, nú hann er vístur av landinum í eitt ár.

Útvísingin og forboðið fyri at koma aftur til Føroya fær gildi, tá dómurin veður kunnaður fyri teimum.

Og tað verður hann í dag ella í morgin.

Og Interpol tekur sær av at kunna tey fýra, sum longu ERU farin úr Føroyum, sigur chef-politi-inspektørurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302