Vakmyndaupptøkur kunnu avdúka tjóv

Vakmyndaupptøkur kunnu avdúka tjóv
Politiið bíðar nú eftir vakmyndaupptøkum hjá bankum í Klaksvík í teirri vón, at tær avdúka, hvør brúkti eitt stolið gjaldskort í býnum fyrr í vikuni
 
27.09.2014 - 16:03

Tað var fyrr í vikuni, at pangamappan hjá eini kvinnu í Klaksvík varð stolin. 

Portal.fo skrivaði í gjárkvøldið, at ein kvinna, sum hevði verið til handils í Klaksvík, varnaðist, tá hon kom til hús, at pengamappan var horvin. 

Gjaldskortið hjá kvinnuni varð síðan brúkt fimm ferðir í sjálvtøkum hjá báðum bankunum í Klaksvík. Okkurt um 10.000 krónur vórðu tiknar út við kortinum hjá kvinnuni. 

Vakthavandi á Politistøðini sigur við Útvarpið, at nakrar mannagongdir eru, tá politiið skal hava myndir úr vakmyndatólum hjá peningastovnunum, men tá politiið hevur fingið myndirnar ber kanska til at síggja, hvør brúkti stolna kortið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329