Cameron vil herða lógirnar

Cameron vil herða lógirnar
Tað skal vera truplari hjá teimum, sum vilja stríðast saman við víðgongdum felagsskapum, heldur bretski forsætismálaráðharrin
 
15.11.2014 - 10:10

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur boðað frá, at Bretland fer at herða lógirnar fyri tey sum ætla sær til onnur lond at stríðast saman við víðgongdum felagskapum.

- Løgreglan og marknavørðar fáa loyvi at leggja hald á pass, um mett verður, at onkur ætlar sær til onnur lond at stríðast saman við víðgongdum felagskapum. Og loyvi verður eisini givið at steðga fólkum, sum koma úr øðrum londum, um ivi er um, at tey hava brotið bretska lóg.

Tað segði David Cameron í australska tjóðartinginum, har hann er á vitjan.

Og flogfeløg sum ikki halda treytirnar, sum myndugleikarnir hava ásett, verða revsað hart, sigur forsætisráðharrin. Tað kann enda við, at loyvið at flúgva til Bretlands verður tikið aftur.

Bretska trygdartænastan hækkaði stigið fyri yvirgang uppí tað næsthægsta í august, tí vandi er fyri at fólk sum eru komin aftur til Bretlands, eftir at hava verið í øðrum londum og kríggjast, kunnu elva til yvirgang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203