Toskur sum valagn

Toskur sum valagn
Grønlendskir politikarar brúka størri toskakvotur sum valagn, og grønlendskir útróðrarmenn kunnu tískil frøðast um størri kvotur nú valgið nærkast
Grønlendskir politikarar hækka nú toskakvoturnar, hóast fiskifrøðingar mæla ímóti
Mynd: Savnsmynd  
 
28.11.2014 - 14:03

Útróðrarmenninir í Grønlandi kunnu frøast um, at teir nú - beint fyri landstingsvalið - hava fingið størri toskakvotu.

Grønlendska Fiskimálaráðið hevur nevniliga í fyrradagin gjørt av, at toskakvotan á landgrunninum í Vesturgrønlandi verður hækkað við 2.000 tonsum. Fiskimálaráðið sigur, at allir floksformenninir og -kvinnurnar hava verið við til at tikið hesa avgerðina, sum skal "tryggja framhaldni í fiskivinnuni á sjógvi og landi", sum tað stendur orðað í tíðindaskrivinum.

Tað er Fiskimannafelagið í Grønlandi, sum vildi hava størri kvotu til limir sínar, sum ongan kvotu hava havt, síðani hon var uppi tann 19. november.

Fiskimálaráðið sigur í grundgevingini fyri hækkanini, at avleiðingarnar annars høvdu verið neiligar, nú arbeiðsloysi er stórt.

- Landsstýrið játtaði at hækka kvotuna við 2.000 tonsum afturat fyri at hjálpa ikki bara fiskimonnunum, men eisini starvfólkunum í framleiðsluni og samfelagnum í síni heild, stendur í tíðindaskrivinum.

Náttúrustovnurin í Grønlandi hevur hinvegin mælt frá at hækka toskakvotuna.

Fiskifrøðingarnir mæltu upprunaliga til, at toskakvotan í 2014 skuldi vera 12.000 tons. Í oktober varð kvotan kortini hækkað við 4.500 tonsum, og nú aftur við 2.000 tonsum. Samlaða toskakvotan á landgrunninum í Vesturgrønlandi endar tískil á 18.500 tonsum í 2014.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132