Tingið góðkenna eykjáttan til havnina í Skopun

Tingið góðkenna eykjáttan til havnina í Skopun
Játtanin er brúkt til at tryggja innsiglingina. Arbeiðið er liðugt
 
01.12.2014 - 15:02

Fíggjarnevndin hevur bert veitt eina eykajáttan við fíggjarnevndarskjali í ár. Løgtingið skal eisini góðkenna slíkar eykajáttanir, og sambært lógini skal landsstýrið leggja fram uppskot um hetta innan 1. desember. 

Uppskotið kom í tingið fríggjadagin, og tað snýr seg um Skopunar havn.

Fíggjarnevndin varð í summar biðin um at játta 2,1 millión krónur til at rudda grót til innsiglingina í havnini í Skopun. Hetta var, meðan tingið var í summarfrí. Peningurin varð tikin av játtanini til nýggjar landsvegir.

Játtanin varð brúkt at tryggja innsiglingina. Arbeiðið gekk væl, og er liðugt, sigur Fíggjarmálaráðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595