- ES-myndugleikarnir minni vald í Bretlandi

- ES-myndugleikarnir minni vald í Bretlandi
David Cameron, bretskur forsætisráðharri, fer at royna at sannføra týska kanslaran um, at bretski ES-limaskapurin skal samráðast av nýggjum
ES-myndugleikarnir skulu hava minni vald í Bretlandi, heldur David Cameron, forsætisráðharri. Í dag hitti hann Angela Merkel, týska kanslaran
Mynd: AP  
 
07.01.2015 - 17:05

ES-myndugleikarnir skulu hava minni vald í Bretlandi. Tað heldur David Cameron, forsætisráðharri, sum í dag hittir týska kanslaran, Angelu Merkel, í London.

Á fundinum fer Cameron væntandi at royna at sannføra Merkel um samráðast um bretska ES-limaskapin av nýggjum, so Bretland sleppur undan fleiri krøvum, sum verða sett ES-londum.

Krøvini snúgva seg serliga um innflytarar og rættindini hjá øðrum ES-borgarum í Bretlandi, skrivar The Guardian. Útlendingar, sum leita eftir arbeiði í Bretlandi, skulu ikki fáa fíggjarligan stuðul, og fáa teir ikki arbeiði innan eitt hálvt ár, skulu teir fara av landinum.

Cameron vónar at fáa í lag avtalu við ES leiðarar

Innflytarar skulu hava arbeitt í Bretlandi í minsta lagi fýra ár, áðrenn teir hava rætt til eitt nú skattafrádrátt. Og børn hjá ES-borgarum, sum búgva aðrastaðni enn í Bretlandi, skulu ikki hava rætt til barnakekk.

Angela Merkel hevur fyrr víst aftur bretska kravinum um, hvussu nógvir ES-borgarar kunnu flyta til Bretlands. David Cameron vónar, at tað eydnast at fáa eina seravtalu við Merkel og hinar ES-leiðararnar, áðrenn bretar sleppa at gera av, um teir framvegis vilja vera í ES.

Fólkaatkvøðan verður í seinasta lagi í 2017, hevur Cameron lovað. Parlamentsval verður í Bretlandi í mai í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. mars
Bolero - Spæl føroyskt 2025
188515
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
188514
Sunnudag 2. mars
Kallið: "Vit hava øll eitt kall".
188430
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389