Drykkjuvanar hjá ungum í Føroyum kannaðir

Drykkjuvanar hjá ungum í Føroyum kannaðir
Skúlaungdómar í Føroyum drekka til skúlaveitslur meðan fá drekka heima við hús, er niðurstøðan í nýggjari kanning, føroyskur granskari hevur gjørt
Firouz Gaini, granskari, hevur kannað drykkjumynstrið hjá føroyskum ungdómi. Sí tølini og høvuðsniðurstøðurnar í greinini her
 
09.01.2015 - 17:15

176 ung siga seg hava drukkið rúsdrekka í minsta lagi 10 ferðir í lívinum. 90 siga seg í minsta lagi tríggjar ferðir hava drukkið rúsdrekka seinastu 30 dagarnar, vísir stóra spurnakanningin, Ungfólk í Føroyum frá 2012, sum Firouz Gaini, granskari, hevur gjørt í 9. flokkum kring alt landið.

99 ung siga seg hava verið full í minst lagi 10 ferðir í lívinum. 34 ung hava verið full í minsta lagi tríggjar ferðir seinastu 30 dagarnar. Og ikki færri enn 107 ung hava verið full 1-2 ferðir seinastu 30 dagarnar.

Kanningin vísir eisini, at flestu eru í býnum ella í dansi, tá tey drekka. Partur av ungdóminum drekkur eisini, tá hann er í skúlaveitslu, og sera fá drekka heima við hús. 29 prosent av teimum ungu smakkaðu fyrstu ferð rúsdrekka, tá tey vóru 13 ár ella yngri.

Fjórði hvør drekkur ikki

Fjórði hvør av teimum ungu sigur seg als ikki drekka rúsdrekka. 123 ung høvdu longu roynt at vera full, tá tey vóru 13 ár ella yngri. Granskingarverkætlanin var eitt slóðbrótandi samstarv millum Rannsóknir & Greining á Háskúla Reykjavíkar og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Firouz Gaini, sum samskipaði og gjøgnumførdi tann føroyska partin, hevur eisini skrivað frágreiðingina Ungfólk í Føroyum 2012. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996.

Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur.


Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636