Fýra milliónir minni til heilsutrygdarveitingar

Fýra milliónir minni til heilsutrygdarveitingar
Tær 22 milliónirnar, ið skulu sparast komandi tvey árini, ætlar Heilsumálaráðið at finna við millum annað lægri útgjaldi til heilsutrygdarveitingar
Heilsuverkið skal spara 22 milliónir næstu tvey árini, millum annað við lægri útgjaldi til heilsutrygdarveitingar

28.01.2015 - 13:28

Heilsumálaráðið ætlar, at peningurin, ið skal sparast á Landssjúkrahúsinum, millum annað skal finnast við lægri útgjaldi til heilsutrygdarveitingar.

Sum liður í ætlanini hjá Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um at einki hall skal verða á fíggjarlógini í 2016, var upprunaliga ætlanin at spara 32 milliónir krónur í heilsuverkinum í 2015 og 2016 - umleið 16 milliónir hvørt árið.

Politiska viðgerðin av fíggjarlógini fyri 2015, er tó endað við at samlaðu sparingarnar eru niðri á umleið 6 milliónum krónum, ístaðin fyri 16 milliónur krónur í 2015.

Landssjúkrahúsið fekk 8,4 milliónir eyka

Ætlaðu sparingarnar, sum kortini ikki bliva til nakað, eru millum annað tær 10 milliónurnar, sum heilsuverkið metti at spara í samband við, at 15 búfólk skuldu flyta út av psykiariska deplinum í 2015.

Av hesum 10 milliónunum, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum valt at goyma 3,5 milliónir krónur til aðrar raðfestingar innan heilsuverkið.

Tær 10 milliónirnar í sparingum blivu sostatt til 6,5 milliónir krónur. Somuleiðis verða sparingar fyri 5 milliónir krónur undir heitinum "Økt sparikrav", sum ikki er nærri lýst, strikaður.

Harumframt fekk Landssjúkrahúsið játtað 8,4 milliónir krónur eyka til raksturin tá fíggjarlógin varð samtykt. Tær sparingar, sum framhaldandi skulu fremjast, eru millum annað tvær milliónir krónur á kontuni til heilsutrygdarveitingar.

Soleiðis verður spart

Tilsamans fýra milliónir krónur eru skarvaðar av upphæddini til heilsutrygdarveitingar í 2015:

Tvær milliónir hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum sjálvur biðið um at fingið fluttar til landssjúkrahúsið, og tvær av teimum hevur køgtingsins fíggjarnevnd av sínum eintingum skarvað av.

Heilsutrygdarveitingar, eru millum annað veitingarnar frá Heilsutrygd, í samband við, at tú skalt til lækna, og eru lógarbundnar. Tað vil siga, at vísir tað seg, at ov lítið er sett av til heilsutrygdarveitingar, má landsstýrismaðurin í tingið at biða um eykajáttan.

Aðrar sparingar, sum skulu fremjast, skulu finnast í Ílegusavninum, sum í størri mun skal verða eginfíggjað. Ílegusavnið skal vinna 250.000 krónur um árið, sum granskingarverkætlanir skulu gjalda fyri tilfar og tænastur.

Sparingar raka eisini Klaksvíkar sjúkrahús

Harumframt verða 400.000 krónur spardar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í samband við at bert ein seingjardeild verður í framtíðini.

Ætlaðu sparingarnar fyri 2016 eru ikki viðgjørdar politiskt enn, og tað ber tískil ikki til at siga við vissu, um tær verða framdar í verki.

Í spariætlanunum fyri 2016 eru tó enn 14,4 milliónir av 16 sambært heilsumálaráðnum sjálvum ikki útgreinaðar í nøkrum ítøkiligum spari-tiltøkum, men eru at finna undir yvirskipaðu yvirskriftunum "Umlegging í heilsuverkinum" og "Økt sparikrav".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410