Skjóta politiska loysn á kreppuni í eystur Ukraina

Skjóta politiska loysn á kreppuni í eystur Ukraina
Russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Barack Obama, eru samdir um, at neyðugt er at finna skjóta politiska loysn
Hesir vilja hava skjóta politiska loysn á kreppuni í eystur Ukraina
Mynd: nrk.no  
 
11.02.2015 - 10:16

Tað sigur russiska stjórnin í boðum í gjárkvøldið, eftir at forsetarnir báðir høvdu tosað saman umvegis telefon. 

Undir samrøðuni heitti Obama á russiska forsetan um at gera sítt til at fáa friðarliga loysn og ávaraði um, at tað kann raka Russlandi meint, um landið ikki tekur lut í royndini at steðga krígsatgerðunum í Ukraina.

Dýrt fyri Russland

Russiski búskapurin er meint raktur av handilstiltøkum, sum USA og ES hava sett í verk móti Russlandi tí sagt verður, at Russland stuðlar seperatistunum í eystur Ukraina.

- Heldur Russland fram við harðrendu framferð síni móti Ukraina við at senda hermenn, vápn og pening til at stuðla seperatistunum, fer tað at kosta Russlandi dýrt, segði Obama, sambært fráboðan úr Hvítu húsunum.

Eingin vápnahvíld

Í gjárkvøldið skrivar russiska tíðindstovan, Itar-Tass, at samráðingarumboðini fyri Russland, Ukraina, pro-russiska uppreistrarherin og felagsskapin fyri Trygd og Samstarv í Evropa, (OSCE) vóru samd um vápnahvíld. Fundurin var í høvuðusstaðnum, Minsk, í Hvítarusslandi.

Partarnir vóru eisini samdir um, hvussu eftirlitið skal verða við avtaluni, segði ein kelda við Itar-Tass. Men friðaravtalu vann tó ikki frama hjá seperatistunum.

- Tað er ov tíðliga at tosa um vápnahvíld, segði Denis Pusji-lin, sum umboðar uppreistrarherin, í russisku sjónvarpsrásini Rossiya24.

Fundur í kvøld

Í kvøld hittast Putin og forsetin í Ukraina, Petro Porosjenki, franski forsetin, Francois Hollandi, og týski kanslarin, Angela Merkel, til friðartingingar í Minsk, skriva Ritzau og Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233