Video: Vápnað løgreglufólk avbyrgdu Keypmannahavn

Video: Vápnað løgreglufólk avbyrgdu Keypmannahavn
Síðani klokkan fýra seinnapartin leygardagin hava alvápnað løgreglufólk verið at sæð kring stórar partar av danska høvuðsstaðnum, ið varð avbyrgdur
Alvápnað løgreglufólk avbyrgdu danska høvuðsstaðin eftir skottilburðirnar, ið vóru seinnapartin leygardagin og í nátt, sigur Rólant Waag Dam (á myndini) fyri Kringvarpið í Keypmannahavn
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
15.02.2015 - 12:11

Kringvarpið var á gøtunum í Keypmannahavn í nátt, tá miðbýurin var avbyrgdur og hvørki fólk ella ferðsla fekk ferðast, tí løgreglan leitaði eftir gerningsmanninum eftir tveir skottilburðir í gjár.

Sí video niðanfyri

Tann fyrri skottilburðurin var á Østerbro stutt fyri klokkan fýra seinnapartin í gjár, meðan tann seinni var stutt eftir klokkan eitt í nátt, at næsti skottilburðurin var.

SÍ EISINI Løgreglan váttar: Vit hava helst dripið hann

Tveir sivilir menn lótu lív og fimm løgreglufólk vórðu særd, áðrenn løgreglan stutt fyri klokkan fimm í morgun skeyt og drap mannin, sum tey rokna við hevur framt álopini í Keypmannahavn í gjár og í nátt.

 

Video: Alvápnað løgreglufólk avbyrgdu Keypmannahavn

Eyðun Müller Thomsen og Rólant Waag Dam gjørdu innslagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045