Vápnahvíldin skotin sundur

Vápnahvíldin skotin sundur
Vápnahvíldin har eysturi í Ukraina, ið varð sett í gildi sunnunáttina, er longu brotin fleiri ferðir, sigur ein ukrainskur hernaðartalsmaður
Vápnahvíldin har eysturi í Ukraina, ið varð sett í gildi sunnunáttina, er longu brotin fleiri ferðir
Mynd: AP  
 
16.02.2015 - 11:59

Hóast vápnahvíld kom í gildi á midnátt, hava russiskt sinnaðir uppreistrarmenn har eysturi í Ukraina skotið í minsta lagi 10 ferðir eftir málum hjá stjórnarherinum, upplýsir ein ukrainskur hernaðartalsmaður.

Uppreistrarmenninir hava serliga skotið eftir málum nærindis Debaltseve. Stjórnin í Kijev hevur ikki gjørt viðmerkingar, um vápnahvíldin verður hildin.

Stjórnarleiðarar fingu avtaluna í lag

Vápnahvíldin kom í lag eftir samráðingar í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk millum ukrainska forsetan, Petro Porosjenko, russiska forsetan, Vladimir Putin, franska forsetan, Francois Hollande, og týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel.

Umframt vápnahvíldina skal skipast eitt uttanveltað øki, har eingi vápn eru. Ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar sigur, at stjórnarherurin skeyt inn í Debaltseve beint uppundir, at vápnahvíldin skuldi koma í gildi á midnátt leygarkvøldið.

Ein ukrainskur guvernørur sigur, at tvey fólk doyðu av rakettum, sum uppreistrarmenninir skutu í Lugansk, 20 minuttir eftir at vápnahvíldin kom í gildi. Borgarakríggið í Ukraina, sum hevur vart í 10 mánaðir, hevur kravt meiri enn 5.000 mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389