Varaforseti fordømir brot á vápnahvíld

Varaforseti fordømir brot á vápnahvíld
Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, fordømir brotini á vápnahvíldina í Ukraina. Hann sigur, at russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava skyldina
Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, fordømir brotini á vápnahvíldina í Ukraina
Mynd: AP  
 
18.02.2015 - 08:52

- Heldur Russland á at bróta avtalurnar, sum vórðu gjørdar í Minsk, eisini ta seinastu, sum skrivað varð undir 12. februar, fer tað at kosta Russlandi dýrt, sigur Joe Biden.

Seinastu tíðina eru bardagarnar kring býin Debaltseve har eysturi í Ukraina harðnaðir, og russiskt sinnaðu uppreistrarmenninir hava tikið ein part av býnum.

Felagsskapurin fyri trygd og samstarv í Evropa, OSCE, ætlaði at senda altjóða eygleiðarar at hava eftirlit við vápnahvíldini, men teir eru ikki slopnir inn í Debaltseve.

SÍ EISINI Lítil virðing fyri vápnahvíldini: Fimm latið lív

- Varaforsetin fordømir eisini Russland og uppreistrarmenninir fyri at forða eygleiðarunum at sleppa inn í býin, tí á tann hátt kunnu uppreistrarmenninir halda fram við bardøgunum, verður sagt úr Hvítu Húsunum.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði í gjár, hann vónar, at uppreistrardeildirnar at lata ukrainsku hermenninar sleppa úr Debaltseve.

ST-trygdarráðið hevur samtykt eina yvirlýsing, sum viðurkenninir friðaraavtalun fyri Ukraina. Í yvirlýsingini verður heitt á stríðandi partarnar um at halda vápnahvíldina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155