Gamlar føroyskar myndir tøkar á netinum

Gamlar føroyskar myndir tøkar á netinum
Gamlar myndir, ið hava við Føroyar at gera, eru nú eisini í størsta, danska talgilda savninum á netinum. Sí nakrar av føroysku myndunum her
150 føroyskar myndir eru higartil skrásettar í størsta talgilda savninum í Danmark. Her er ein av føroysku myndunum
Mynd: Skíggjamynd/arkiv.dk  
 
26.02.2015 - 15:30

Higartil størsta talgilda savnið í Danmark á netinum lat upp fríggjadagin í seinastu viku. Nógv tann størsti parturin er danskt tilfar, men eisini Føroyar sleppa í part.

Umleið ein millión myndir eru longu á arkiv.dk. Hóast meginparturin av myndunum eru knýttar at Danmark, eru eisini myndir, ið hava við Føroyar at gera, hóast tær flestu ikki eru tiknar í Føroyum.

Sí føroysku myndirnar niðanfyri

Tá leitað verður eftir myndum, har Føroyar onkursvegna eisini eru skrásettar, finnir skipanin 150 føroyamyndir. Tilsamans eru 402 skjøl, ið hava við okkum at gera, skrásett.

Tú kanst síggja føroysku myndirnar, ið eru skrásettar á arkiv.dk, á slóðini her (letur upp í nýggjum kaga): Føroyamyndir á arkiv.dk

Tilfarið í savninum stavar frá 500 ymiskum skjalasøvnum í Danmark. Ætlanin er at 25.000 nýggjar myndir verða lagdar afturat í savnið hvønn mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672