Norðmenn skulu eta meira tosk

Norðmenn skulu eta meira tosk
Toskurin hevur verið til í øldir, og er minst líka góð føði sum annar fiskur
Toskur er sunnur matur
 
22.03.2015 - 10:13

Í Noreg verður mælt fólki til at eta meir av toski, tí toskurin er góður matur. Toskur er ikki so feitur fiskur sum eitt nú laksur, men kortini eru nógvar góðar vitaminur í honum.

Ábendingar eru eisini um, at toskur kann gera, at fólk klænka, vísa kanningar sum bæði norskir og kanadiskir granskarar hava gjørt. Tær kanningarnar eru kortini ikki lidnar enn.

Kanningar vísa eisini, at nógv jod er í toski. Jod hevur týdning fyri vøksturin og fyri at menna sentralnervaskipanina. Ein døgurði, svarandi til 100 gram av toski, gevur nóg mikið av Omega-3 feittsýrum til tveir dagar, meðan sama nøgd av laksi gevur nóg mikið av Omega-3 feittsýrum til eina viku.

Smáar nøgdir muna eisini

Sambært matmyndugleikunum í Europa, er nóg mikið við einum fjórðings ella hálvum grammi av Omega-3 sýrum nóg mikið um dagin, fyri at fyribyrgja æðra- og hjartasjúkum, so talan er ikki um tær stóru nøgdirnar.

Kanningar vísa eisini, at tað er minst líka gott at eta tosk til døgurða, sum at taka lýsi, tí fleiri góð evnir eru í fiskinum. Og so vísa kanningar eisini, at protein úr toski úr Atlantshavinum, kann verja ímóti fleiri sløgum av krabbameini.

Foreldur eiga at lata børnini eta fisk tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, tí fiskurin hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnum, sigur granskararnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846